07:56
osvaldo_89200
63

HIN MISKUNNSAMI RÓSUKRANSURIN (Divine Mercy Chaplet in Faroese)

Faðir vár, tú sum ert í himnum, heilagt verði navn títt, komi ríki títt, verði vilji tín, sum í himni so á jørð. Gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit …More
Faðir vár, tú sum ert í himnum, heilagt verði navn títt, komi ríki títt, verði vilji tín, sum í himni so á jørð. Gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. Amen. Heil veri tú, Maria, full av náði, Harrin er við tær. Vælsignað ert tú millum kvinnur, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns, Jesus. Heilaga Maria, móðir Guds, bið fyri okkum syndarum, nú og á deyðastund okkara. Amen. Eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar. Og á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy, pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður, niður farin til heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð. Eg trúgvi á Heilagan Anda, hina heilagu katólsku kirkju, samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir. Amen. Á teimum stóru perlunum: (1x) Ævigi Faðir, vit bera fram fyri teg Tíns høgt elskaða Sonar, Várs Harra Jesu Krists Likam og Blóð, Sál og Guðdómleika fyri at bøta fyri okkara synd og alla heimins synd. Á teimum smáu perlunum: (10x) Fyri Hansara pínufullu líðingar skuld, hav miskunn við okkum, og við øllum heiminum. At enda tríggjar ferðir: (3x) Heilagi Guð, Heilagi Almáttugi Guð, Heilagi ódeyðiligi Guð, Hav miskunn við okkum og øllum heiminum. Stained glass picture of Christ from Mariukirkja (St. Mary's Church) the only Catholic church on Faroe Islands. Recording made with voice synthesizer. -Video Upload powered by www.tunestotube.com